Felagsskapirnir Amnesty International Føroyar, Damudomi, Frítt Val, Kvinnufelagið og Kropsfatanistar skipa fyri tiltøkum dagarnar 3. til 7. mars, og fyri risa hátíðarhaldi á sjálvum 8. mars.
Felags fyri alla FF19 vikuna er heitið ”Kyn”, og tiltøkini verða hildin ymsastaðni í Tórshavn. Eitt nú í Mettustovu, Sirkus og Perluni.
Tiltøkini 3.-7. mars fevna um alt frá Zine verkstovu til filmssýning, til pallborðskjak um abort og upplestri.
Á altjóða kvinnudegnum 8. mars er umfatandi skráin fylgjandi:
14.30: Opið Hús í Mettustovu, røður og tónleikur
17: FEMIGONGA, gonga frá Mettustovu til Perluna
17.30-21.30: PERLAN - Røður, upplestur, matur, pepp og tónleikur
22.30-01: PERLAN: konsertir: Greta Svabo, Frum, Jasmin · disking: Maria & Maria
Les meira á Facebook við at leita eftir ”Femifagnaður 2019”. Øll tiltøkini eru ókeypis.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo