ÍF, Nápur, MBF og KBF: Nú kappingarárið 2023/24 í badminton verður skotið í gongd í august mánaði, hava badmintonfeløgini ÍF, Nápur, MBF og KBF gjørt avtalu við nýggjan venjara. Setanin av nýggja venjaranum er sostatt eitt samstarv ímillum áðurnevndu badmintonfeløg.
Venjarin talan er um, er 21 ára gamli danin Jonas Mikkelsen, sum kemur úr Randers.
Hóast sín unga aldur, hevur Jonas verið venjari í fleiri ár, og hevur hann hollar royndir sum badmintonvenjari hjá leikarum í øllum aldursbólkum á ymiskum støði í Randers Badmintonklub.
- Vit bjóða Jonasi hjartaliga vælkomnum sum venjari í feløgunum, siga feløgini.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo