Fríggjadagin lat nýggi demensdepilin upp á Tjarnargarði í Havn. Fyri fyrstu ferð í Føroya søgu hevur man savnað øll tilboð á einum stað til fólk, ið eru og verða rakt av demenssjúku.
À demensdeplinum verða 10 búpláss, 7 umlættingarpláss, dagtilboð, kvøldtilboð, ergoterapi og fysioterapi umframt ráðgeving til demens rakt um teirra sjúku og ráðgeving til avvarðandi.
Vit ynsktu í undanfarnu býráðssamgongu at savna tilboðini heldur enn at spjaða tey, tí ein sannroynd er, at fyri tann sjúka er tað ein størri tryggleiki at vera knýtt/knýttur at einum staði, heldur enn at skula flyta runt ímillum stovnar, so hvørt sum sjúkan versnar.
Tað skal vera mín vón, at hesin depil verður teimum demensraktu og teirra avvarðandi at gagni, og at hann kann verða fyrimynd fyri, hvussu vit skipa demensøki í framtíðini.
Umframt demensdepilin letur eisini spildur nýggjur umlættingar og rehabiliterinsdepilin upp ein av komandi døgunum.
Hetta var eitt av hjartamálunum hjá okkum í undanfarnu býráðssamgongu at seta inn við rehabilitering til okkara eldru, so tey betur kunnu meistra gerandisdagin á ellisdøgum og í øðrum lagi at geva okkara eldru borgarum uppafturvenjing, eftir at sjúka hevur rakt.
À umlættingar og rehabiliteringsdeplinum verða tað áleið 150 eldri borgarar, ið árliga kunnu fáa rehabilitering og umlætting.
Halda áfram við gongdini
Um dagarnar hevur nógv kjak verið um, at borgarar ikki fáa eina samanhangandi tænastu og tilboð frá tí almenna tá tað kemur til eitt nú rehabilitering.
Kjakið er sprottið úr dokumentarsendingini, “Meira enn bara at vera til”, sum fylgdi manni, ið var raktur av heilaskaða og familju hansara.
Tá heilaskaði rakar er tað sera umráðandi við uppafturvenjing, bara til at byrja við, men alla tíðina. Rehabiliteringin í Føroyum liggur á 3 geirum, í heilsuverkinum, í almannaverkinum og hjá kommununum, sum hava ábyrgd av borgarum yvir 67 ár.
Tí eiga vit at skipa soleiðis fyri millum land og kommunur, at tilboð og tænastur verða savnaðar undir einum taki.
Hóast ábyrgdin í lógarverkinum liggur undir ymsum aðalráðum og kommunum, so ber væl til í góðum samstarvi at savna tilboðini og tænasturnar á einum staðið, soleiðis at borgarar ikki detta niðurímillum skipanir og lógarverk.
Tørvurin á rehabilitering í Føroyum er ovurhonds stórur, og tí eiga vit beinanvegin at fara undir at byggja ein felags rehabiliterinsdepil, har land og kommunu eru felags um byggikostaðin og at fíggja rakstarútreiðslurnar við tí endamáli, at borgarin fær eina heildartænastu.
Skjótur innsatsur er avgerandi fyri rehabiliteringsgongdina og gerandis rehabiliteringin gevur hinum einstaka lívsgóðsku og førleikar at endurvinna arbeiðsførleikar ella í øðrum lagi at meistra gerandisdagin.
Hetta gevur lívsgóðsku fyri tann einstaka og fyri landið er tað fíggjarliga skynsamt.
Annika Olsen, Fólkaflokkurin
Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo