Tiltakið við felags morgunmati, sum fyrstu ferð varð roynt á mentanarvikuni í Runavíkar kommunu í fjør, verður endurtikið í ár.
Leygardagin 30. apríl bjóðar Runavíkar kommuna øllum borgarum til felags morgunmat í Ítróttarhøllini á Skála.
Tiltakið byrjar kl. 9. Tórbjørn Jacobsen, borgarstjóri, bjóðar vælkomin, og Skálafjarðar Sløkkilið syngur nakrar sangir. Angela og Hannibal skipa fyri barnaundirhaldi. Á tiltakinum verður eisini avdúkað, í hvørjari skaldskapargrein kappast verður í í skrivikappingini næsta ár. Í 2021 varð kappast um at skriva stuttsøgur, og í ár varð kappast innan essay-skriving.
Tiltakið væntast at vara til á leið kl. 11, tá hugagóir svimjarar leggja leiðina um fjørðin av Akkersvík á Skála til Skipanes.
Øll eru hjartaliga vælkomin í ítróttarhøllina á Skála leygarmorgunin 30. apríl kl. 9.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo