Tórshavnar kommuna: Á felagsfundi í samkomuhøllini í Finsen í gjárkvøldið valdu foreldraráðini fimm umboð í nýggja, felags foreldraráðið.
Felags foreldraráðið fyri dagstovnaøkið er sett á stovn at umboða øll foreldraráð á dagstovnaøkinum í Tórshavnar kommunu og at virka fyri at fremja áhugamál hjá børnum og foreldrum.
23 foreldraráð luttóku á fundinum í Finsen og vórðu 8 valevni stillað upp til fyrsta felags foreldraráðið. Valdu umboðini og varalimirnir eru hesi:
- Barbara Djurhuus
- Bergdís Ester Gisladóttir
- Jóhanna Maria Olsen
- Ólavur Jóannesarson Hansen
- Svanna í Gong
- Beinta Lisberg (1. varalimur)
- Hans Fróði Jensen (2. varalimur)
Nevndin fer at skipa seg á fyrstkomandi fundi. Felags foreldraráðið hevur tveir fastar fundir um árið og kann kalla inn til fleiri fundir, um tørvur verður á hesum.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo