Sálarfrøðingurin Jens Andersen fer á felags foreldrafundum at halda fyrilestur fyri foreldrum í fólkaskúlunum í Tórshavnar kommunu um tann týdning, ið foreldur hava á barnsins menning, felagsskap, trivnað og læring í skúlanum. Kunning er á netsíðunum hjá skúlunum í Tórshavnar kommunu.
Fyrilestrarnir verða í hesi røð:
Mánadagin 19. september kl. 19.00 í Eysturskúlanum fyri foreldrum í Eysturskúlanum, Sankta Frans skúla og Nólsoyar skúla.
Týsdagin 20. september kl. 19.00 í Læraraskúlahøllini fyri foreldrum í Skúlanum á Fløtum og í Skúlanum á Argjahamri.
Mikudagin 21. september kl. 19.00 í Skúlanum við Løgmannabreyt fyri foreldrum í Skúlanum við Løgmannabreyt, Hoyvíkar skúla, Kollafjarðar skúla, Kaldbaks skúla og Velbastaðar skúla.
Fyrilesturin er serstakliga um, at foreldur eru fyrimyndir hjá børnunum og um ta ábyrgd, sum foreldraleikluturin hevur við sær, t.d. um samstarv, menning av felagsskapum og um at seta børnum krøv.
Jens er ein væl dámdur og undirhaldandi fyrilestrarhaldari, sum nýtir skemt og ítøkilig dømi úr gerandisdegnum at lýsa barnauppaling og familjulív.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo