Skjótt verður NemID avtikið sum innritanarloysn til føroysku Netbankarnar, og í staðin skal Samleikin brúkast bæði hjá privat- og vinnukundum.
Tí heita peningastovnarnir á allar sínar kundar um at útvega sær Samleikan skjótast gjørligt.
Samleikin gevur atgongd til nýggja Netbankan
Fyrstu kundarnir eru longu byrjaðir at brúka nýggja Netbankan hjá føroysku peningastovnunum, ið hevur Samleikan sum innritanarloysn.
Í næstum skulu allir føroyingar skifta til nýggja Netbankan, og tá er neyðugt at hava Samleikan fyri at fáa atgongd til kontur, gera flytingar, undirskriva skjøl o.a.
Peningastovnarnir heita á øll, ið ikki longu hava fingið sær Samleikan, um at skráseta seg á www.samleikin.fo skjótast gjørligt.
Um fleiri fáa sær Samleikan í góðari tíð, slepst undan óneyðugari bíðitíð, tá ið gamli Netbankin letur aftur, og NemID verður endaliga avtikið 13. juni 2022.
Felagið Peningastovnar
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo