Southampton hevur fingið viðhald í kæruni viðvíkjandi reyða kortinum hjá Jan Bednarek í dystinum móti Manchester United.
Tað váttar felagið á síni heimasíðu. Hetta merkir so at Bednarek, sum var útvístur, verður við í dystinum móti Newcastle leygardagin.
Kæran hjá Arsenal viðvíkjandi útvísingini av David Luiz í dystinum móti Wolverhampton fekk ikki undirtøku, skrivar norska TV 2.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo