Ein hevur tað, sum ein heldur seg hava tað
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Eiðis kommuna/Martin Kristoffur Kristiansen: Í farna juni mánaði var Jóin Ellingsgaard, skipari á rannsóknarskipinum Thor Frigg, við til at skipað eina bjarging í brasilskum sjóøkið. Nú hevur hann fingið stóran heiður frá brasilsku sjóverjuni.

Jóin ferðast nógv í samband við starvið, og tí mátti gerast skjótt av, skuldi samrøða fáast í lag við skiparan. Vit hittust á kommunuskrivstovuni, til eitt prát um upplivingarnar í samband við heiðurin og bjargingina.

Tað er týsmorgun klokkan 09:00 tá ið vit báðir sessast til samrøðuna. Við sær hevur Jóin heiðurin og eitt váttanarskjal, undirritað av kommandørinum av virkseminum hjá sjóverjuni í brasilskum sjóøki. Heiðurin er ein pláta, við teksti á portugisiskum, ið lýsir bjargingina av teimum fimm monnunum av tilsamans átta, umborð á “BP Safadi Seif”. Talan er um størsta heiðurin, ið verður latin av brasilsku sjóverjuni fyri at bjarga lívum.

Les meira her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo