Sjónleikarakvinnan Melissa Barrera (33) hevði leiklut í Scream-røðini, í fimta og sætta filminum.
Eftir ætlan skuldi Barrera halda fram í leilklutinum í sjeynda filminum í røðini.
Men tað verður av ongum.
Barrera hevur í seinastuni postað innlegg á Instagram um stríðið millum Ísrael og Palestina.
Sjónleikarakvinnan hevur sagt at tað sum gongur fyri seg í Gaza er «fólkamorð», «etnisk reinsan» og samanborið tað við eina «fangalegu».
Hon hevur eisini sagt at vesturlendskir miðlar bert vísa eina síðu av krígnum.
– Vesturlendskir miðlar vísa bara Ísrael. Hví gera teir tað?
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo