Lít á Várharra. Men hav eisini krútið turt
- Abraham Lincoln við soldátarnar

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Eg dugi als ikki at síggja nakað forgjørt í, at vinnulívið gevur sjúkraverkinum eina so ómetaliga stórfingna gávu, sum ein MRI-skannari er. Í so máta er hetta veruliga ein sólskinssøga.

Eg haldi tvørturímóti, at tað er heilt einastandandi, at vit hava privatar fyritøkur, sum donera okkara sjúkraverki útgerð, sum er so kostnaðarmikil, at hon er torfør at útvega innanfyri galdandi fíggjarkarmar.

Vit hava jú sæð áður, at tílíkar íløgur hava verðið útsettar í áravís, tí pláss var ikki á fíggjarætlanini. Uppsettur og virkin kostar ein tílíkur skannari helst tíggjutals miljónir, og eg meini, at Landssjúkrahúsið einar tvær ferðir hevur fingið líknandi skannarar sum gávu frá vinnulívinum.

Og tað kunnu vit ikki annað enn fegnast um. Ein nýggjur MRI-skannari kann lata upp fyri skjótari diagnosu, munandi skjótari og betri viðgerðarmøguleikum í Føroyum og harvið bjarga mongum mannalívum. Skannarin fer at spara sjúkraverkinum fyri stórar upphæddir. Og tað áttu vit øll at fegnast um.

At tað kanska var eitt sindur klossut at seta avgjørdar treytir fyri gávuni, er eitt heilt annað mál, sum als ikki eigur at kasta skuggar yvir tað gleðiliga í, at vit eiga eitt vinnulív, sum er so mikið at sær komið, at tað vil raðfesta eina so einastandandi íløgu. 

Heðin Mortensen
borgarstjóri

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo