31 ára gamli Arturo Vidal skiftir nú frá Bayern München til FC Barcelona, vita útlendskir miðlar at siga.
Kilenski miðvallarin hevur spælt í Bayern í trý ár, eftir at hann skifti frá Juventus í 2015, og prísurin, Bayern og Barcelona skulu vera komin ásamt um, er 27 milliónir pund.
Vidal hevur spælt 132 dystir og skotið 22 mál fyri Bayern.
Hann er fjórði leikarin, FC Barcelona hevur tryggjað sær í summar. Hinir tríggir eru Malcom (vongur), Arthur (miðvallari) og Clement Lenglet (verjuleikari).
Sáttmálin hjá Vidal við katalonska stórfelagið er galdandi í trý ár.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo