![Merkid og Danabrok 01](https://www.vp.fo/fileadmin/_processed_/e/d/csm_Merkid_og_Danabrok_01_5d8c8bc93f.jpg)
![Merkid og Danabrok 01](https://www.vp.fo/fileadmin/_processed_/e/d/csm_Merkid_og_Danabrok_01_5d8c8bc93f.jpg)
Grundlógardagur
er tað ein maður
ið øllum ræður
Harrin
er hann yvirhøvur kvinnu
hvør flytur lívsins finnu
ella eru tað
ælabogin og
vesturroðin
sum
við teirra ljóslestrum
finna dropar
í tíðarráksins kleystrum
dryppandi lýggj rættindi
til bæði pápar
og møður?
5. juni 2024/hwj
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo