Tað var ikki grovt mishald av sáttmálanum, tá tingið samtykti at avmarka verkfallið hjá sjúkrarøktarfrøðingunum, so tær ikki kundu taka øll undantøk aftur, sum tær høvdu gjørt stutt frammanundan. Lógin gav sjúkrahúsleiðsluni møguleikan at siga, hvørji undantøk vórðu neyðug, og harvið var tað ikki upp til felagið longur at geva undantøk frá verkfallinum.
Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar vildi vera við, at lógin sum avmarkaði verfallið var eitt so mikið grovt stig at taka, at sáttmálin, harundir allar fráboðanarskyldur, vóru ikki galdandi.
Fasti gerðarættur var ikki samdur, men gav Fíggjarmálaráðnum, sum hevði kært , rætt. Sáttmálin var galdandi, harundir fráboðanarfriestin uppá 48 tímar.
Partarnir skulu gjalda hvør sína helvt av kostnaðinum.
Tað tók fasta geraðrætti minni enn fýra tímar at taka avgerðina.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo