Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Á myndini omanfyri frá vinstru: Birna Mørkøre, Lars Fodgaard Møller, Bárður Enni, Eyðun Mørkøre, Margit Stórá, Bjarni á Steig, Eyðun Christiansen, Michael Boolsen og Turid Arge

Á myndini omanfyri frá vinstru: Birna Mørkøre, Lars Fodgaard Møller, Bárður Enni, Eyðun Mørkøre, Margit Stórá, Bjarni á Steig, Eyðun Christiansen, Michael Boolsen og Turid Arge

Á myndini omanfyri frá vinstru: Birna Mørkøre, Lars Fodgaard Møller, Bárður Enni, Eyðun Mørkøre, Margit Stórá, Bjarni á Steig, Eyðun Christiansen, Michael Boolsen og Turid Arge

Margit Stórá, landsstýriskvinna í heilsumálum, heilsaði uppá nýggju farsóttarnevndina í gjár.

Á nýggjárinum, tann 1. januar 2024, verður farsóttarmálsøkið formliga yvirtikið frá donskum myndugleikum. Við uppskotinum fáa føroyskir myndugleikar lóggávuvaldið og útinnandi valdið á málsøkinum. Farsóttarøkið fevnir um øll tey viðurskifti í tí føroyska samfelagnum, sum kunnu verða ávirkað av einari farsótt, um so er, at tey ikki verða flokkað undir eitt annað málsøki, sum ikki er yvirtikið.

Í sambandi við yvirtøkuna av málsøkinum, er nýggj farsóttarnevnd sett. Í farsóttarlógini er ásett, at farsóttarnevndin er manna við seks føstum limum umframt trimum limum, sum landsstýriskvinnan velur. Føstu limirnir í farsóttarnevndini eru fútin, stjórin í Fólkaheilsustýrinum, landslæknin, stjórin á Heilsufrøðiligu Starvsstovuni, landsdjóralæknin og stjórin á TAKS.

Fyrsti fundur hjá nýggju farsóttarnevndini var í gjár, har nevndin skipaði seg. Michael Boolsen, fúti, er formaður í farsóttarnevndini.

Føstu limirnir í nevndini eru:

- Michael Boolsen, fúti
- Bjarni á Steig, stjóri í Fólkaheilsustýrinum
- Lars Fodgaard Møller, landslækni
- Bárður Enni, stjóri á Heilsufrøðiligu Starvsstovuni
- Birna Mørkøre, landsdjóralækni
- Eyðun Mørkøre, stjóri á TAKS

Limirnir, sum landsstýriskvinnan hevur valt:

- Turid Arge, aðalstjóri í Heilsumálaráðnum

- Gunnvá Guttesen, varastjóri við sjúkrarøktarfrøðiligari bakgrund í Sjúkrahúsverkinum

- Eyðun Christiansen, stjóri í Kommunufelagnum

Farsóttarnevndin ráðgevur og vegleiðir um handfaringina av alment vandamiklum og samfelagskritiskum sjúkum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo