Faroe Pride 2022: Vit eru so ómetaliga glað og spent endiliga at kunnu bjóða tykkum øllum á Faroe Pride 2022.
Mikudagin 27. juli verður Faroe Pride aftur eftir ein 2 ára steðg. Elisa Vang setir ársins pride við, meðan Sway, Guðrið Hansdóttir, Eyðun Nolsøe, Marius DC og Siriously fara at framføra.
Ársins Pride skrúðgonga byrjar, sum vanligt, við Tórsvøll. Upphiting byrjar við Tórsvøll kl. 15.30 saman við Havnar Hornorkestri kl 15:30, skelti, fløgg og annað litfagurt tilfar verður býtt út til luttakararnar, og eisini verður dansur og andlitsmáling.
Hitað verður upp á staðnum, og síðani fer skrúðgongan oman gjøgnum Hoydalsvegin, ígjøgnum miðbýin og inn á Vaglið, sum er stongt av til tiltakið. Sum vanligt fer mannamúgvan at hoyrast og síggjast aftur og á sín egna hátt seta lív og ælabogalitir á Havnina lítla ólavsøkuaftan.
LGBT+ Føroyar heitir tí á allar føroyingar, ið ynskja einar fjølbroyttar, javnrættar og rúmligar Føroyar um at møta fjølment upp til Faroe Pride 2022 – til gaman og álvara.
SKRÁIN:
Kl. 15.30: Hitað verður upp við Havnar Hornorkestrið við Tórsvøll, ókeypis fløgg o.l. verður deilt út. Andlitsmáling er á skránni og eisini verður dansur.
Kl. 16.00: Pride skrúðgongan byrjar við Tórsvøll. Øll eru hjartaliga vælkomin at luttaka í gonguni.
Kl. 16.30: Ókeypis Pride konsert við Sway, Guðrið Hansdóttir, Eyðun Nolsøe, Marius DC og Siriously. Elisa Vang setir ársins Faroe Pride
Vit síggjast 27. juli!
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo