J&K Petersen fekk herfyri arbeiðið at gera parkeringsøki við Flogvøllin á 40.000 fermetrar, og í morgun fóru maskinurnar undir at grava.
Sáttmálaupphæddin fyri hesa arbeiðstøkuna er 40,2 milliónir krónur, og skal arbeiðið eftir ætlan vera liðugt 1. september 2017.
Arbeiðstøkan fevnir um jørðarbeiði við kantsteinum og asfaltering, el-arbeiði við gøtuljósum, talvum vm.
Eisini skulu lonir/skýli byggjast soleiðis, at ferðafólk fáa høvi at ganga undir taki í stórum pørtum av parkeringsøkinum.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo