Lít á Várharra. Men hav eisini krútið turt
- Abraham Lincoln við soldátarnar

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Jóhannes ápostul hoyrdi hesa røddina úr Himli, og enn í dag hoyrist henda rødd Andans um at fara út frá Bábylon.

Spurningurin er, hvønn rópið er ætlað til, og hvør tað er, ið skal fara út?

Fyrst kann sigast, at rópið er til øll menniskju, men nokk er tað meiri neyvt at siga, at rópið er til tey, ið kallast “fólk Mítt”.

Fólk Guds er samkoma Guds. Víðari kann sigast, at tey eru brúður Krists, ið frá upphavi av eru kallaði til at vinna dýrd við Jesusi Kristi. Samkoman er útvald frá upphavi av, og lá fjald í Kristusi, inntil tíðin var inni. Enn í dag ljóðar rópið: “ Far út frá henni fólk Mítt”, og er ætlað til tey, ið hoyra Jesusi til.

Ì hesi endatíð er umráðandi, at menniskju enn hoyra hetta frelsandi rópið! Talan er um eitt heilagt kall til útskiljan frá heiminum og frá allari falslæru um Gud.

Við hesum í huga, kenni eg meg leiddan at gera nakrar viðmerkingar til dagin í dag, og hvat lesast kann í miðlunum.

Her sæst, at samkomur og kirkjur í Havn, níggju í talu, koma saman í annaðkvøld (11.04) til felagsgudstænastu, har byrjað verður kl.19.30

Hóast hetta fyri nógv menniskju sær innbjóðandi út, so er veruleikin, at hetta er ein liður í endatíðarinnar stóra fráfallið.

Frísamkomur, ið eina ferð í tíðini hoyrdu rópið um at fara út, eru nú við at gerast eitt við tað, tey einaferð brutu seg úr. Hesin felagsskapur kemur til seinast og síðst at gera enda á frísamkomunum!

Klára evangeliska røddin eigur ikki at verða blanda við falslæru, so sum barnadóp og altargongd, sum grundleggjandi stríðir móti øllum tí, ið Bíblian lærir um frelsu!

Syrgiligt er tað at síggja, at Katólska kirkjan og Fólkakirkjan megna at savna tær samkomur saman, sum í síni tíð stóðu ímóti hesum andaliga Bábylon, sum hesar kirkjurnar báðar hvør í sínum lagi mynda í dag!

Hesin felagsskapur byggir á eina misskiljing, um at øll skulu vera eitt, sum Jesus biður í Jóhs.evg.kap.17.

Katólska kirkjan er, og hevur altíð verið, skøkjan, vit lesa um í Opinberingini kap.17. Hetta var tað, ið gomlu pionerar evangeliums vóru á einum máli um!

Síðan sokallaðu karismatisku vekingina, ið uppstóð í 1960´árunm, er hetta broytt til, at øll skulu vera eitt, og at hetta er tað, Gud ynskir, at vit skulu arbeiða fram ímóti.

Hetta hevur ført til babyloniska ørkymlan, og flestu trúgvandi taka undir við hesum einleikans-tanka, meira ella minni.

Tá flest allar samkomur geva seg innundir kendu orðingina í Symbolum Apostolicum (Àpostólska trúarjáttanin), sum ljóðar “eina heilaga almenna kirkju”, geva tey til kennar, at tey ikki hava slitið við Móðurkirkjuna í Róm.

Av tí orsøk, má ávarast móti hesum økumeniska átakið, sum verður í Oasuni í Hoyvík 11.04.

Einasti einleiki, ið Skriftin loyvir, er einleiki á Orðsins grund. Tá má ein slíta við katólsku og luthersku læruna, ið er arvað frá kirkjufedrunum, um ein vil koma inn í tann bíbilska einleikan. Allar trúarjáttanir, ið kristin styðja seg til, eru gjørdar av menniskjum, og koma tískil ikki at hava nakran týdning, tá tú ein dag skal møta Orðinum!

Tann dag, verður einans spurt eftir, um tú ert reinsaður í blóði lambsins, og um tú hevur trúð evangeliinum um tann upprisna Jesus, og gjørt eftir orðum Hansara. Tann, ið trýr, og verður doyptur, skal verða frelstur!

Barnadópurin heldur ikki inn í Himmalin, og ei heldur fæst syndafyrigeving við at luttaka í altargongd!

Tað er bert við at boyggja teg fyri Skriftsins Harra, at tú kanst fáa syndanna fyrigeving, og tá blóð Jesusar hevur reinsað teg frá allari synd, skal tú lata teg doypa til navn Harrans Jesusar. Tá rísur tú upp til ta nýggja lívið, og tá tú móttekur gávu Heilaga Andans, við tungunum sum tekin, verður tú eisini ílatin Kristus Jesus. Tann, ið hetta ger, er vissaður at verða ryktur burtur, áðrenn dagur Harrans kemur!

Tann bíbilska einleikan finna vit í Àpostlasøguni kap.2. “ Tey hildu trúliga fast við læru ápostlanna og við samfelagið, við breyðbrótingina og við bønirnar.” Àpostlasøgan kap.2.42

Felags fyri tey fyrstu kristnu var, at tey skiltu seg út! Sama er galdandi í dag!

Pætur boðar frelsuna soleiðis: “ Vendið við, og ein og hvør tykkara lati seg doypa í navni Jesu Krists til fyrigeving syndanna! So skulu tit fáa gávu Heilaga Andans.” Àpostlasøgan kap.2.38

Til tín harúti! Hoyrir tú rópið í Andanum: “ Farið út frá henni, fólk Mítt”, so ger sum Àbraham gjørdi. Far frá landi tínum, fólki tínum, og til staðið, ið Harrin skal vísa tær!

Àlvarsemi í hesi tíð er, at henda einleikans boðan, ið samanblandar evangeliskar sannleikar og falslæru, hevur tað sum avleiðing, at menniskju koma at standa eftir tann dag Jesus kemur.

Brúður Kristusar skilir seg út, og ger seg klára at møta sínum brúðgómi og Harra. Skalt tú vera við tann dag, so má rópið eisini koma til tín, og tá mást tú lýða rødd Andans!

Harrin Jesus signi teg, sum lesur, og mátti hetta lesarabræv vakt onkran upp til álvara, áðrenn skýggini bresta, og vár stóri Frelsari og Gud, opinberast!

Marana,ta

Hardi Zacharias Bech

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo