Heilsumálaráðið: Margit Stórá, landsstýriskvinna í heilsumálum, er farin undir arbeiðið at fyrireika yvirtøkuna av landslæknaembætinum. Talan er um eitt víðfevnandi arbeiði, sum krevur nágreiniligar lýsingar og væntandi fleiri avtalur um samstarv innan økið millum føroyskar og danskar myndugleikar.
- Tað er at fegnast um, at farið er undir arbeiðið. Við Heilsustýrinum og landslæknanum fáa vit ein sterkan fakmyndugleika innan heilsuøkið í Føroyum, ið kann ráðgeva landsstýri, kommunum og almennum myndugleikum í heilsuspurningum, sigur Margit Stórá, landsstýriskvinna í heilsumálum.
Ein arbeiðsbólkur er settur at fyrireika yvirtøkuna. Í arbeiðsbólkinum eru umboð fyri føroyskar og danskar myndugleikar. Indenrigs- og sundhedsministeriet, Styrelsen for Patientsikkerhed og Statsministeriet umboða danskar myndugleikar og Løgmansskrivstovan og Heilsumálaráðið umboða føroyskar myndugleikar í arbeiðsbólkinum. Fyrsti fundur í arbeiðsbólkinum var í gjár í Heilsumálaráðnum.
Uppgávan hjá arbeiðsbólkinum er at gera eina frágreiðing, sum lýsir øll viðurskifti, sum eru viðkomandi fyri yvirtøkuna.
Farið verður undir at útgreina og lýsa nærri, hvat liggur í yvirtøkuni av landslæknaembætinum, hvørji øki náttúruliga hoyra til hesa yvirtøkuna, hvar markið gongur ímillum donsk og føroysk málsøki, og hvørjar fíggjarligar avleiðingar verða mettar at vera av yvirtøkuni.
Í sambandi við at yvirtøkan av landslæknaembætinum verður fyrireika, er avgerð tikin um, at taka onnur viðkomandi málsøkir við í útgreiningararbeiðið. Sostatt skal frágreiðingin hjá arbeiðsbólkinum um yvirtøku av landslæknaembætinum eisini lýsa, hvat liggur í yvirtøku av málsøkjunum; tvingsil í psykiatriini, sjúklingarættindi, euforiserandi evnir, vísindasiðseminevndin, hjálp fyri barnloysi, burðarhjálp og kæru- og endurgjaldsmøguleikar.
Frágreiðingin hjá arbeiðsbólkinum skal brúkast sum grundarlag, tá Føroya Landsstýri skal taka støðu til, hvørt málsøkini skulu yvirtakast.
Í tíðarætlanini fyri arbeiðið, eru tveir fundur ásettir afturat í ár. Eftir ætlan verður arbeiðsbólkurin liðugur við frágreiðingina í desember í ár.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo