Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vágatíðindi

Projektið snýr seg um at byggja klintrileið á Trælanípuni soleiðis at tað í framtíðini skal vera møguligt at fáa klintriupplivingar á hesum serstaka og søguliga stað. Upplivingar fyri føroyskar klintrarar og útlendingar, sum vitja hendavegin.

Ein filmur verður gjørdur meðan leiðin verður gjørd. Tað er filmmaðurin Andreas Thaulow, sum er kendur innan hetta at kasta ljós á serligar náttúruupplivingar, sum ger filmin. Andreas er sjálvur dugnaligur klintrari. Til at gera filmin hevur Andreas David Mc Kenzie myndamann við sær.

Endamálið er at skapa enn betri møguleikar at fáa náttúruupplivingar í serstaka landi okkara og at promovera Føroyar sum serstakt ferðamannaland.

Stigtakari er Absalon Eysturoy, sum vit kenna frá ymsum klintriprojektum í Føroyum, eitt nú klintringina á Búgvan í 2007 og á Trøllkonufingur í 2012.

Afturat Absalon eru aðrar góðar kreftir knýttar at projektinum:
Luttakarar at gera leiðina vera: Herman Eysturoy, Øssur Debes Eiriksfoss, Jóni Brandsson Christiansen, Jóhannus Hansen og Andreas Thaulow
Filmstoymið: Andreas Thaulow og David Mc Kenzie
Journalistar at skjalfesta hendingina fyri útheiminum: Jason og Brooke Jackson

Onnur: Heini Hátún kemur at hjálpa við samskipanini og er til at taka yvirhøvur.

Tíðarætlanin er henda:
Týsdagin tann 30. mai seinnapartin verður byrjað á Trælanípuni

Mikudag til fríggjadagin 2. juni verður leiðin gjørd. Eftir ætlan verður klintrað á lidnari leið fríggjadagin seinnapart og møguliga leygardag 3. juni. Nærri fæst at vita um hetta tá vit síggja hvussu væl arbeiðið gongur.

Toymið heldur til í summarhúsinum hjá Ólavi Hátún í Bø mikudag til leygardag.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo