FarGen: Samstarv sum umfatar FarGen og rannsóknarstovuna á Klaksvíkar Sjúkrahúsi, hevur fingið 4 mió. kr. í stuðuli til gen-verkætlan frá Novo’s BII.
AIDA Oncology, stovnað av Peter Buhl, onkologur og yvirlækni á Klaksvíkar Sjúkrahúsi, hevur fingið 4 mió. kr. í stuðuli frá BII’s Venture Lab program (Bio Innovation Institute), sum er grundarlag undir NOVO Nordisk grunninum.
Ein partur av verkætlanini skal røkjast av FarGen, undir leiðslu av Noomi O. Gregersen, verkætlanarleiðara, har rannsóknarstovan á Klaksvíkar Sjúkrahúsi, fer at greina krabbameins-vevna við nútímans RNA-sekventering. FarGen, sum er undir Fólkaheilsustýrinum, arbeiðir við hesum saman við Center for Genomisk Medicin á Ríkissjúkrahúsinum.
“Hetta er eitt sera spennandi og umráðandi samstarv, sum í síðsta enda gagnar sjúklinginum. Tað er umráðandi, at vit alla tíðina menna nýggjar mannagongdir, ið kunnu betra um viðgerðarmøguleikar fyri krabbamein og aðrar sjúkur”, sigur Noomi O. Gregersen.
Grundarlagið undir verkætlanini er at menna eina kanning, ið við at greina vevnaðin hjá einstaka sjúklinginum, kann stuðla læknunum í at velja bestu viðgerðina fyri júst hendan sjúkling. Vónin er, at fleiri sjúklingar kunnu yvirliva krabbamein, við at fáa bestu viðgerðina í byrjanini av sjúkugongdini, og eisini at færri kanska fáa nyttuleysa kemoviðgerð, við møguligum hjáárinum.
Toymið handan AIDA Oncology - sum eisini inniber Ulla Hald Buhl -, hevur fyrr, við góðum úrsliti, arbeitt við júst hesum kanningum, men við meira ótíðarhóskandi tólum og tí er vónin, at nýggir RNA-sekventeringskanningarhættir kunnu geva meira nágreiniligt innlit í, hvørjar ílegur eru umráðandi, fyri at ein serligur heiligvágur riggar fyri einstaka sjúklingin.
“Hetta er ein góður møguleiki hjá okkum at vera við í hesum slóðbrótandi arbeiði. Fyri starvsfólkini, ið blíva ment nógv í hesum spennandi greiningar-arbeiði, fyri sjúklingin, ið fær ágóðan av hesum og tí vit eru eitt lítið sjúkrahús, sum sleppur at vera við til nakað størri”, sigur Alexandra á Dul, sjúkrahússtjóri á Klaksvíkar Sjúkrahúsi.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo