Góðar gerðir eru mangan hollari enn góð og vøkur orð
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Fiskivinnu- og Samferðslumálaráðið: Prosjekteringin av Tjørnuvíkartunlinum gongur væl, og næsta ár verður eftir ætlan farið undir at bora tunnil til Tjørnuvíkar. 

Í 2023 vóru fyrstu upphæddirnar settar av til at prosjektera Tjørnuvíkartunnilin, og í ár er játtan sett av til at gera prosjekteringina lidna. Á fíggjarlógini næsta ár er eisini játtan til Tjørnuvíkartunnilin, og verður tað eftir ætlan farið undir at bora tunnilin, tá komið er nakað út á árið. 

Íløgur í vegir, tunlar, havnir og undirsjóvartunlar eru týðandi grundarlag undir at menna føroyska samfelagið. Gott infrakervi er ein týðandi liður í trivnaðinum hjá fólki kring landið. Nýggja farleiðin til Tjørnuvíkar er eisini ein liður í hesum politikki. “Samgongan hevur raðfest Tjørnuvíkartunnilin og við tí tryggjað, at farleiðin til og úr Tjørnuvík gerst betri, so sambandið við restina av Føroyum kann koma upp á sama støði sum í øðrum pørtum av landinum”, sigur Dennis Holm, landsstýrismaður. 

Landsverk hevur um hendi allar fyrireikingar í samband við Tjørnuvíkartunnilin, og eftir ætlan verður tað tunnilstoymið hjá Landsverki, sum fer at bora Tjørnuvíkartunnilin. Harumframt vera fleiri veitarar knýttir at verkætlanini.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo