Tað hevur verið siðvenja í Vestmanna seinnu árini at selja skoraseyð á uppboði, og í dag er dagurin, boða skoramenn frá.
Uppboðssølan verður í Heygatúni klokkan 17, og tríggir veðrar verða seldir til hægsbjóðandi. Tveir verða seldir livandi og ein er limaður sundur og verður seldur í stykkjum.
Ólavur Højgaard, sum traðkaði sínar barnaskógvar í Heygatúni, fer at syngja nøkur løg í samband við tiltakið.
Teir sleptu 28 í Góðmansskor hesaferð, og 26 komu aftur.
Tey sum keypa kunnu fáa seyðin flettan beinanvegin eftir uppboðssøluna, og pengarnir sum koma inn verða brúktir til viðlíkahald og útgerð at brúka í skorini.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo