Í dag klokkan 17 verður selt burtur av veðrunum sum í summar hava gingið í Góðmannskor í Vestmanna. Uppboðssølan verður í Heygatúni.
Veðrarnir eru væl fyri, og eru mettir at vita 60-65 pund.
Til ber at keypa veðrarnar livandi ella í lutum.
Pengarnir sum koma inn fara til viðlíkahald og útgerð at brúka í skorini, siga teir sum ganga í Góðmannskor
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo