Vanliga verður sagt, at fýra skorar eru í Vestmanna - Ásmundarskor, Teistanskor, Seyðaskor og Góðmansskor. Viðvhvørt hava vestmenningar eisini havt seyð gangandi í eini skor longur eysturi, sum kortini hoyrir til Saksunar.
Tað er eitt sindur ójavnt hvussu tað roynist, bæði frá skor til skor og tey ymisku árini. Men í ár lata teir samanumtikið væl at.
Í kvøld klokkan 19 verða tríggir veðrar seldir á uppboði í Heygatúni í Vestmanna. Teir hava allir gingið í Góðmansskor. Sagt verður, at teir eru væl fyri og mettir at viga 60-65 pund.
Pengarnir sum koma inn fara til ymiskt viðlíkahald í skorini.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo