Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Krutl

Síðani atgongdin til heimsins hægsta fjall varð stongd tann 24. mars hevur frammanundan fátaka landið Nepal mist í minsta lagi eina milliard krónur í valutainntøkum.

Fleiri milliónir fólk í Nepal liva av at veita tænastur av ymsum slagi til teirra, sum koma at klatra ella bara síggja Mount Everest, og hildið verður, at minst 300.000 eru vorðin arbeiðsleys síðani myndugleikarnir tóku avgerð um at steingja fyri fleiri vitjandi fyribils.

Eisini Kina hevur stongt fyri atgongd til Mount Everest, og hagani frættist onki um, at ætlanir eru um at lata upp aftur.

Mount Everest er 8.848 metrar høgt. Fyrstu fólk at klatra upp á toppin vóru Edmund Hillary úr Nýsælandi og Tenzing Norgay úr Nepal, tað var 29. mai 1953. Síðani tá eru eini 5.000 fólk komin upp á toppin, og eini 300 eru deyð í royndini. Tey flestu sum doyggja verða liggjandi, tí tað er ov strævið at bera tey oman.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo