Nógv fleiri trø og runnar skulu nú plantast í høvuðsstaðnum.
Skotið verður upp at gróðurseta 10.000 trø og runnar við Skúlan á Fløtum, Djúpagili, Myllutjørn, Karlamagnusarbreyt, við rundkoyringina á Argjum og í viðarlundini í Havnardali.
Eini 1.000 trø og runnar verða gróðursett í fríøkinum við Myllutjørn og Dalin Langa, og 1.000 trø verða gróðursett í fríøkjum á Argjum og á Signabø.
Samlaði kostnaðurin fyri plantukeyp og gróðurseting liggur um hálva miljón. Málið er góðkent í nevndunum og kemur endaliga til viðgerðar í býráðnum nú hóskvøldið.
- Trø og runnar skapa lívd, og gera fjølbroytni í umhvørvinum. Flottar summar- og vetrarmyndir, við vøkrum, vár- og heystarlitum, ið mynda gongdina í árinum. Frítíðar- og fríluftslívsumstøðurnar betrast til spákingartúrar, rørsluítriv og íðkan, verður millum annað sagt.
Harumframt eisini møguleikar hjá fuglum at líva sær og reiðrast og fjølbroytni og margfeldni í floru og faunu. Í okkara grannalondum verður eisini ásannað, at viðarvøkstir gera mun at binda CO₂.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo