BirkBloggur: Norðurlendskur filmur stendur sterkur í sjónvarpi í hesum døgum. Triði partur av svensk-donsku røðini Broen er júst byrjað, og í kvøld frumsýndi DR2 fyrsta part í spildurnýggju norsku sjónvarpsrøðini Okkupert.
Sjónvarpssøgan, sum norska TV2 hevur gjørt, er í 10 pørtum og byggir á hugskot hjá kenda norska rithøvundanum Jo Nesbø.
Søgan fer fram í eini ikki so fjarari framtíð, har USA er farið úr NATO, og samstundis finnur alla ta olju, tey hava brúk fyri í egnum landi.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo