Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Skúli

Skúlafótbóltur: Størsta einstaka fótbóltskappingin í Føroyum nakrantíð varð í Marghøllini í Vági í dag, har fleiri enn 700 børn og ung vóru komin at spæla finaluna í Skúlafótbólti 2018/2019 - og fleiri enn 1.000 fólk vóru komin saman í Marghøllini.

Við framúr góðari tænastu frá Strandfaraskipum Landsins sigldi Smyril í morgun á Vág, har tey 6-700 børn og ung og vaksin fóru í land inni á Oyrunum í Vági. -Og síðani fór gongan ímóti Marghøllini, har finaludagurin í Skúlafótbólti var á skrá.

Øll liðini marsjeraðu inn í Marghøllina í aldursrøð og stillaðu upp til byrjunarhátíðarhaldið. Dennis Holm, borgarstjóri í Vágs kommunu, bjóðaði vælkomin og síðani sang Ingi Poulsen nakrar sangir, áðrenn finalurnar byrjaðu.

- Uttan góðar stuðlar, har BankNordik hevur verið høvuðsstuðul, og Fótbóltssamband Føroya og Vágs kommuna eisini hava stuðlað. Uttan Strandfaraskip Landsins og bygdaleiðir í Suðuroy, sum hava verið framúr góðir samstarvsfelagir. Uttan tykkum øll, sum hava tikið eina hond í og hjálpt til í samband við Skúlafótbólt. Og uttan øll tykkum rundanum FC Suðuroy, so bar ikki til at skipa fyri Skúlafótbólti - og als ikki fyri finaludegnum í Skúlafótbólti.

- Hjartans tøkk til tykkum øll sum stuðlaðu og hjálptu til - og hjartans tøkk til tykkum, sum tóku lut í hesum fyrsta kappingarárinum hjá Skúlafótbólti, siga fyrireikararnir. 

Fleiri myndir eru at finna á Facebook síðuni Skúlafótbóltur.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo