Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

TRYGD: Fyri at gera tað lættari hjá kundum, ið vilja hýsa flóttafólkum úr Ukraina, víðkar Trygd nú Familjutrygd, t.e. innbúgvstrygging og ábyrgdartrygging, til eisini at fevna um ukrainsk flóttafólk, ið flyta inn í føroysk heim.

Tað merkir, at um skaði kemur á eitt nú telefonir, klæðir, teldlar ella aðrar lutir hjá flóttafólkum, meðan tey búgva heima hjá kundum í Trygd, so tekur tryggingin við.

Við øðrum orðum verða flóttafólkini javnsett við restina av húskinum, uttan at tað hevur eyka kostnað við sær fyri kundarnar.

“Støðan í Ukraina er syrgilig og heilt serstøk, og vit eru fullgreið um, at ein víðkað trygging ikki fer at loysa allan trupulleikan. Vit vóna tó, at vit á henda hátt kunnu gera tað eitt sindur lættari hjá okkara kundum at rætta flóttafólkum eina hjálpandi hond, um tey vilja tað. Tað skal í øllum førum ikki vera atlitið til tryggingar, ið verður ein forðing fyri at hjálpa,” sigur Brian Smedemark, stjóri í Trygd.

Víðkanin fær gildi beinanvegin og verður fyribils galdandi til 1. juni 2022. Tryggingargjaldið hjá kundunum verður ikki ávirkað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo