Fólkasamansetingin í Føroyum broytist spakuliga, og vit kunnu ikki bara lata sum um, at hetta er ein stokkut løtumynd. Stóri fólkavøksturin er linkaður nakað, og seinastu tvey árini hava útlendingar, í høvuðsheitum útlendsk arbeiðsmegi, átt fólkavøksturin, tí fleiri føroyingar flyta úr Føroyum enn til Føroya. Útivið fimti hvør í hvørjum árgangi velur við tíðini Føroyar frá, kynssamansetingin skeiklast, og færri børn verða fødd.
Orsøkin er samansett, men tað slepst ikki uttanum, at úrvalið av bústøðum, útbúgvingum, arbeiðsmøguleikum og korini hjá barnafamiljum annars eru avgerandi fyri, hvar fólk velja at liva og virka. Í politiska árinum fýraogtjúgu skulu vit at gera tað lættari og meira lokkandi at vera barnafamilja og ung í Føroyum. Onkur stig eru longu tikin, men vit mugu seta ferð á onnur munagóð politisk átøk í hesum árinum.
Bústaðarpolitikkurin á beint
Vit vita, at tað er bráneyðugt at fjøltátta bústaðarmarknaðin. Øll skulu hava møguleikan at fáa eitt trygt heim fyri sámiligan prís, sum eisini er avgerandi fyri at draga fólk og virksemi til Føroya. Bústaðir kann skjótt byggja fyri 350 milliónur krónur afturat, og kommunur skulu kunna stovna almannagagnlig bústaðarfeløg saman við Bústøðum. Tað fer ivaleyst at gera, at vit fáa fleiri og fjølbroyttari bústaðir kring alt landið. Onnur amboð verða, at kommunur fáa heimild at áseta bústaðarskyldu í nýggjum kommunalum byggiverkætlanum, og at taka gjald fyri tænastuveitingar frá teimum, sum hava hús, men ikki búgva í kommununi.
Neyðugt er eisini í fyrsta umfari at fáa neyvari yvirlit yvir gistinætur og umsetning í sambandi við AirBnb og stutttíðarleigu.
Virknan útbúgvingarpolitikk
Vit mugu hava ein ambitiøsan útbúgvingarpolitikk, tí eitt gott, spennandi og sosialt lestrarumhvørvi hevur stóran týdning fyri okkara ungu. Farið er undir verkætlanina at høvuðsumvæla og umbyggja skúlabygningarnar á Frælsinum í Havn, sum er fyrsta stigið í stóru kampusætlanini at savna Fróðskaparsetrið. Samstundis mugu vit fáa fleiri yrkisútbúgvingar og vinnurættaðar útbúgvingar, KT-útbúgvingar og vaksnaútbúgvingar. Tað krevur eina ætlan fyri, hvussu vit menna ta stóru orkuna og ríka tilfeingi, sum er í Føroyum, so enn fleiri í minsta lagi taka ein part av útbúgvingini her heima.
Ferðavinnuna í trygga legu
Nú mugu vit eisini taka endaliga støðu til, hvat vit vilja við ferðavinnuni, tí okkara ferðavinnustrategi hevur stóran týdning fyri, hvussu dragandi og livandi Føroyar eru. Ferðavinnan krevur ymiskar førleikar og hevur í øllum sínum fjølbroytni sett náttúruvernd, landbúnað, útróður, mentanararv og skapandi vinnur á breddan, samstundis sum hon skapar vinnumøguleikar á útoyggj og aðrastaðni. Atgongdin til náttúruna má skipast við teimum neyðugu atlitum, sum skulu takast, so tey, sum virka í ferðavinnuni og avleiddum vinnum, vita, hvat tey skulu fyrihalda seg til.
Lættari gerandisdag
Vit lætta støðugt um gerandisdagin hjá fólki. Skattaumskipanin fer veruliga at muna hjá teimum allarflestu húsarhaldunum, samstundis sum alt bendir á, at inflatiónin fer spakuliga at hæsa av í næstum. Tørvurin á ansing, røkt og umsorgan veksur skjótt, og tiltrongda lønarlyftið er ein partur av loysnini. Og í vár skulu vit betra barsilsskipanian í síni heild, so barsilsútgjaldið hækkar, og tað verður smidligari hjá foreldrum at leggja barsilstíðina tilrættis.
Lurta eftir teimum ungu
Kappingin um fólk er beinhørð allastaðni, men vit vita, at tað eru góðar fortreytir at fáa fólk at støðast í Føroyum. Tað krevur hinvegin, at vit eisini allatíð hava okkara ungu við í viðgerðini. Tey ungu tora vanliga væl at taka tað ókenda til sín, tala at og bróta upp úr nýggjum, og sum politisk skipan mugu vit geva teimum eina sterkari rødd og lurta eftir teimum tørvum og ynskjum, sum eru, so okkara komandi ættarlið eru við til at ávirka samfelagið, sum tey skulu virka í. Barnamálaráðið skal vera aktivur viðspælari í hesum, og samstundis syrgja fyri, at børn og ung ikki detta niður ímillum skipanirnar. Vit vita, at fleiri børn og ung mistrívast og stríðast við strongd og ringa sálarheilsu. Tað krevur, at vit taka neyðug stig fyri at tillaga almennu tilboðini eftir tí.
Uni Holm Johannesen
Løgtingsmaður fyri Javnaðarflokkin
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo