Regin og Oddvør Jacobsen eru farin 9 pláss upp á listanum yvir 100 tey ríkastu fólkini í danska kongaríkinum.
Við ognarvirði sum Økonomisk Ugebrev hevur uppgjørt til 3,4 milliardir krónur eru tey nú nummar 58 á listanum.
Tað er sum vera man ognarlutur teirra í Bakkafrost samtakinum, sum ger Regin Jacobsen, stjóra í samtakinum, og mammuna, Oddvør Jacobsen, so múgvandi.
Bakkafrost er sambært Økonomisk Ugebrev, vert 35 milliardir norskar krónur, 11% meira enn fyri einum ári síðani, og tey bæði eiga góð 15% av fyritøkuni.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo