Lít á Várharra. Men hav eisini krútið turt
- Abraham Lincoln við soldátarnar

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Jóanes Nielsen, høvundur, helt 1. maidagsrøðu í Havn í ár. Bersøgið hevur skaldið altíð verið, og tí stendst ofta kjak um tað, maðurin ber fram á torg. Hann er eingin vingliskøltur, og hóast árini munnu hava brýnt hann nakað, stendur hann í høvuðsheitum við sítt.

Tað er einki óvanligt, at maður sum Jóanes fær ákoyringar aftan á slíka røðu.

Ein, ið herjaði á, var fólkatingsmaður Javnaðarfloksins.

Tað, sum hesaferð fekk øði í Sjúrð, var, at Jóanes ikki treytaleyst tók undir við NATO-felagsskapinum og tí, sum hann stendur fyri, nú kríggið í Evropa tykist at harðna.

Óneyðugt man vera at greiða frá søguni um NATO-felagsskapin, men tað mundi undrað mangan, at NATO ikki repaði segl, tá ið høvuðsfíggindin hvarv úr søguni. Sovjet rapaði og evnaði ikki at vera nøkur máttmikil hóttan móti vestanveldunum.

Men nú fóru NATO-heykarnir av álvara at taka til sín og fóru at birta kríggj eitt nú á Balkan, í Afghanistan, Irak og Libya.

Tað skulu ikki so ovurhonds nógvar heilakyknur til at koma til ta niðurstøðu, at NATO-lond høvdu brúk fyri hesum kríggjum, tí í víggi verða vápn brúkt bæði á sjógvi og landi og í luftini. Og vápnaframleiðsla kastar av sær pening – nógvan pening, og man tað ikki vera hetta, ið alt snýr seg um?

Háttalagið hjá vestanveldunum hevur so so við og við verið at arbeiða fyri at flyta markið partanna millum so langt eystur sum møguligt og at fáa drigið so mong lond sum møguligt upp í NATO-partin. Hesin leikur hevur higartil givið vesturlendskum vápnasmiðjum góðar vánir at súgva peningaligan vinning burtur úr lamløstaðum mannakroppum víða um heimin.

Tað ber væl til at fáa eina hilling á styrkislutfallinum millum partarnar báðar. Heimildirnar eru ikki heilt samdar, men sampakka rættiliga væl. Tølini eru frá 2022:

NATO 2022 RUSSLAND
3.366.000 tænastufør herfólk 850.000
20.723 flogfør og tyrlur 4.713
14.682 stríðsvognar 12.420
2.049 krígsskip 605
5.943 kjarnorkuvápn 5.977

Hetta við tølum er møðandi at seta seg inní.

Men tað sigur ikki so lítið, at í 2012 varð mett, at talið av falnum irakum var farið upp um 100.000 – og tað í einum NATO-kríggi, sum øll nú eru samd um bygdi á svartar lygnir. Umframt er seinni staðfest, at deyðatalið eftir lokið kríggj nærkaðist milliónini, nógv flestu teirra børn, ið doyðu í turra raki.

4400 amerikanskir hermenn fullu, harumframt 318 aðrir hermenn – av teimum sjey danir.

Og her koma vit aftur til Sjúrð og følsku fortreytirnar.

Hann sigur, at NATO er ein verjusamgonga – hetta er følsk tala.

NATO er og hevur altíð verið ein krígseggjandi felagsskapur, sum hevur bygt á lygnir, sum hevur arbeitt til frama fyri vápnaídnaðin og sostatt fyri tey, sum keypa partabrøv í fyritøkum, ið smíða vápnini, ið lamløsta og drepa neyðars sakleys fólk.

Enn einaferð:

Fólkatingsmaður javnaðarmanna byggir á falskar fortreytir. Hann byggir á lygnir.

Tey mongu her á landi, sum tikið hava undir við avvápnaði, og hava sett álit sítt á linna, sátt og semju heldur enn á alsamt ógvusligari vápnamegi sum vissu fyri trygdini í heiminum, eiga í løtuni einki umboð í politisku skipanini – hvørki á løgtingi, í landsstýri ella á fólkatingi.

Tí eru vit eisini mong sum eru takksom fyri, at Jóanes vágar at taka orðið og bera fram síni sjónarmið í einum sjáldsama hatskum almennum rúmi. Gævi satt at tað rein við onkran av okkara kosnu umboðum í teimum flokkum, sum einaferð plagdu at umboða atlit til vanliga føroyingin og sum ikki blint og tigandi fylgdu blóðugu kósini, sum NATO áhaldandi setir út í kortið fyri heimin.

Árni Dahl

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo