Her er røðan sum Øssur Winthereig helt á 1. mai haldinum í Vestmanna í dag:.
Góðu øll, verkafólk, starvsfólk og vestmenningar!
Takk fyri hetta høvið á Reyða Torginum í Vestmanna.
Fyrireikararnir av hesum 1. mai dagshaldi eru fakfeløg og politiskir flokkar, sum vit kunnu siga eru á miðjuni- og vinstraveinginum – takk fyri innbjóðingina.
Ein høvuðsgrund til at 1. mai gjørdist altjóða arbeiðaradagur í 1886 – fyri 137 árum síðani - var kravið frá arbeiðsfólkinum á ídnaðarverksmiðjunum um at seta arbeiðstíðina niður í 8 tímar um dagin.
Hetta kundi kanska tykjast órættvíst móti arbeiðsgevarunum – kapitalistunum, men kravið var frá teimum, sum skaptu virðini. Krav um annað enn lønararbeiði, krav um frítíð.
Minnast vit hetta hetta í dag?
Okkara krøv skulu røkka longur enn til, hvat hendir í arbeiðstíðini.
Hetta kravið um 8 tímar arbeiðsdag ella um meira frítíð ella um longri tíð at koma fyri aftur til næsta arbeiðsdag, var ikki bara eitt krav, sum var vent móti arbeiðsgevarunum. Eg giti, at kravið eisini var eitt krav um eitt annað og øðrvísi innihald í gerandisdagin.
Tí tá arbeiðstíðin minkar, so stingur nýggj tíð seg upp, sum kann brúkast til annað enn at arbeiða.
Tað vil siga, at kravið um styttri arbeiðsviku er eisini eitt krav, sum rakar hinar tímarnar í samdøgrinum.
Eg vil siga tað soleiðis, at eitt krav um styttri arbeiðstíð er eisini eitt krav um, at vit sjálvi kunnu ráða yvir størri parti av samdøgrinum.
Altso at tað skal loysa seg at geva frítíðini nýtt innihald – tað skal loysa seg at arbeiða so stutt, at tú fært ríkari innihald í lívið – frítíðina og tíðina saman við børnum, familju, vinum og teimum, sum tú hevur felagsáhugamál saman við.
1. mai er dagurin, vit minnast andsøgnina millum arbeiðsgevara og arbeiðsfólk og starvsfólk. Hetta er eisini dagurin, tá fakfeløgini vísa á, hvørjir skeivleikar innbygda andssøgnin millum arbeiðsgevara og arbeiðsfólk, og sum fakfeløgini fyri 137 árum síðani vildu gera upp við.
Minnast vit hetta í dag?
Vit skulu eisini minnast, at 1. maj er altjóða arbeiðaradagur. Ein dagur, har vit hugsa um landamørk, har vit síggja, hvørji krøv hava fakfeløgini, har tey kunnu stuðla hvørjum øðrum.
Og leggið til merkis, at her hugsi eg ikki bara, um teir tímarnar, sum brúktir vera á arbeiðsplássinum, men eg hugsi eisini um, hvat ávirkar teir tímarnar, sum liggja áðrenn og aftaná sjálva arbeiðstíðina.
Altso, at vit sum menniskju – ikki bara fakfelagslimir – skulu hugsa um allar 24 tímarnar í samdøgrinum. Og vit skulu ikki missa alt ræði á arbeiðslívinum – vit skulu hugsa um øll tey árini vit selja okkara arbeiðsmegi.
1. mai er dagurin, har vit enn einaferð skulu læra okkum, at við samhaldsfesti i fakfelagsrørsluni ber til at vinna úrslitum, sum ganga móti valdinum.
Minnast vit hetta í dag?
Onkuntíð ivist eg.
Hoyrdi, at størsta fakfelagið í landinum – Starvsfelagið – nú er blivin ognarspekulantur. Keypt hús, sum skulu leigast út til sjálvan arbeiðsgevaran – til mótpartin í samráðingum.
Skal mótparturin so hótta vit at siga leigusáttálan upp, um Starvsfelagið ikki bakkar undan krøvunum frá arbeiðsgevarunum.
Hvar eru eldraíbúðirnar til limir felagsins, ella lærlingaíbúðir til limirnar.
Nei, fakfelagið skal tjena pengar at leiga til mótpartin.
Havnar Arbeiðarafelag skal leiga sín bygning út til Løgtingið. Størsta alenna valdið í landinum skal leiga frá fakfeløgunum. Hvar eru eldraíbúðirnar ella lærlingaíbúðirnar til limirnar.
Eru summi ella tey stóru fakfeløgini blivin ein so stórur partur av valdinum, at tey bara deila vinningin sínámillum – við mótpartin?
Júst sum Varðin Pelagic hevur keypt grundstykkið hjá Bank Nordik og leigar tað aftur til Bank Nordik. Ha? Bank Nordik leigar frá einum av sínum kundum.
Hava vit gloymt, hvat fakfeløg eru?
At bøta um korini hjá teimum, sum arbeiða, men eisini at hugsa longur enn til sín egna pengapung ella sína egnu nøs.
Her súgva arbeiðsgevarar útlendska arbeiðsmegi til landið. Lat meg her nevna tey, sum arbeiða í ferðavinnuni í breiðum høpi – tvs. eisini matstovur og líknandi tænastuvinnur.
Sum eg havi skilt tað, er her talan um ein bólk, sum ikki fyrst og fremst hugsa um at melda seg inn í eitt fakfelag.
Norðurlendskar kanningar um arbeiðimegi í ferðavinnuni vísa at
- lønirnar liggja í niðasta 10 prosent flokkinum
- lønarmunurin millum kynini er stórur
- óvissa i setanarviðurskiftunum – arbeiði knýtt at háárstíðum og nógv arbeiða parttíð
- stórur partur er útlendingar
- er fyrsta starv hjá nógvum og tí eru flestu óútbúgvin
Um støðan í Føroyum er meinlík, tí sum verður lýst veit eg ikki. Men giti, at sumt av hesum kenna vit aftur.
Her er talan um fólk, har nógv ikki eru limir í nøkrum fakfelag.
Hvat merkir tað so?
Tey mugu sigla sín egna sjógv ella skal onkur almennur myndugleiki – útlendingastovan – taka sær av tí.
Kunnu fakfeløgini bara seta kikaran fyri blinda eyga og vóna, at húsaleigan í Smæruni hækkar næstu árini.
Nei, fakfeløgini hava eina uppgávu, sum eisini røkkur til onnur, sum líða undir órætti.
Samhaldsfesti eitur tað.
1. mei er dagurin, har vit minna okkum á, hvat samhaldsfesti er.
Og 1. mei er dagurin har vit skulu hyggja út um okkara egnu arbeiðstímar og hugsa, hvat er tað fyri samfelag vit ynskja, har vit kunnu gera okkara galdandi.
Minnast vit hetta í dag?
Havi hug at spyrja, um summi fakfeløg hava áhuga í, at vit hava eina veika stætt, sum ger arbeiði, ið vit ikki tíma og fyri lægri løn enn vit tíma.
Nei – hesum vil eg ikki trúgva.
Eg vil minna fakfeløgini á, at tey eru fakfeløg.
Nú ætlar løgtingið at seta arbeiðsvikuna niður við lóg, men eg vil minna fakfeløgin á, at vunnin rættindi kunnu skjótt missast aftur, um tey ikki hava breitt festi í limaskaranum.
At leggja seg undir dýnuna saman við úrvaldum politiskum flokkum, kann skjótt føra til, at bland kemur í áhugamálini hjá fakfeløgunum og politisku flokkunum.
Onkur flokkur hevur sett lønina niður, onkur givið skattalættar til úrvald, ja og onkur forerar tilfeingið til nøkur fá.
Júst her haldi eg, at fakfeløgini mugu bryngja seg til stríð – ikki bara um lønarkrónur, arbeiðstíð og skattalættar.
Fakfeløgini skulu standa sterk, sum eitt mótvald, móti politiska valdinum. Júst, sum vit síggja fyri okkum, at norðurlendski frymilin sigur. At fakfeløgini eru mótparturin, sum eftir styrki kann upploysa adsøgnina millum arbeiðsgevarar og arbeiðsfólk og starvsfólk.
Tí hevur tað týdning, at fakfeløgini ikki kasta saman við politiska valdinum – tað veri seg í leiguhandlum, politiskum handlum ella øðrum.
Heldur ikki í handlum, har summir bólkar – kanska nøkur av teimum í ferðavinnuni – ganga fyri vág og vind og stilt og róliga fáa samhaldsfestu fakfelagsrørsluna at vikna.
Hesin dagurin minnur okkum á, at strættarstríðið ikki er av. Men vísir nýggjar síður, hevur broytt seg. Stættarstríðið breiðir seg út um arbeiðstímarnar, út um okkara bygd og okkara býir.
Stættarstríðið breiðir seg út í onnur lond til onnur fólk.
Hetta er altjóða arbeiðaradagurin.
Og á altjóða pallinum eru flóttarfólkastreymarnir, kríggini, veðurlagsbroytingarnar, ójavnin millum fólk og millum tjóðir – á hesum palli er tað, at vit í altjóða samhaldsfesti skulu gera eitt mótvald, móti tí peningavaldið, sum vinnur meira og meira fram.
Tá vit í Havn, Kollafirði og Runavík hyggja upp um mastrarnar og antennurnar á russisku trolarunum, so sæst ein heimum, sum eisini nemur við okkum og nemur við okkara fatan av okkum sjávum.
Stundin er komin, at vit ikki gloyma, men at vit minnast – eisini eftir 137 ár.
Takk fyri!
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo