Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Reinsaríið í Havn verður karmur um forvitnisligt tiltak leygarkvøldið 27. mai kl. 20, har fakfeløgini í Fakfelagssamstarvinum seta evnini umhvørvið og bústaðir á breddan.

Á skránni verður undirhald frá Jákup Veyhe, RSP, Páll Oddi frá Páll Finni Páll og viðkomandi innsløg frá áhugafeløgum, fakfeløgunum og arbeiðsgevara um fakfeløg í dagsins samfelagi og tær avbjóðingar, ið standa fyri framman.

Marita Rasmussen, stjóri á Havstovuni og fyrrverandi stjóri í Vinnuhúsinum, fer at tosa um týdningin av fakfeløgum, og tvey sofaprát verða, har Dánjal Højgaard verður orðstýrari. Í sofaprátinum um fakfeløg og umhvørvið vera Elsa Berg, umboðandi áhugafelagsskapin Veðurlagslóg NÚ, Birita Fritleifsdóttir Kjærbæk, starvsfólk á Umhvørvisstovuni og næstforkvinna í Starvsfelagnum og Jógvan Philbrow, formaður í Pedagogfelagnum, við.

Í sofaprátinum um fakfeløg og bústaðir vera Jan Jakobsen, stjóri í LÍV, Elin Hentze, umboðandi áhugafelagið Búgva, Súni Selfoss, formaður í Starvsfelagnum og nevndarlimur í LÍV, og Páll Nolsøe, formaður í Akademikarafelag Føroya, við.

Tiltakið er ókeypis og øll eru vælkomin. Tað eru fakfeløgini í Fakfelagssamstarvinum, sum skipa fyri tiltakinum. Hesu eru:

Akademikarafelag Føroya
Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar
Føroya Lærarafelag
Føroya Pedagogfelag
Havnar Arbeiðskvinnufelag
Heilsuhjálparafelag Føroya
Starvsfelagið

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo