Vinnuhúsið: Útlitini hjá føroysku vinnuni eru hampiliga góð fyri árið 2024. Tað heldur Jón Sigurdsson, ið er formaður í Føroya Arbeiðsgevarafelag.
- Gamaní eru fortreytirnar og avbjóðingar ymiskar hjá mongu fyritøkunum kring landið, men yvirskipað er eitt ávíst bjartskygni at hóma, heldur hann.
Formaðurin í Føroya Arbeiðsgevarafelag vísir á, at bjartskygnið í vinnuni kemst av, at stóri rentuvøksturin tykist fyribils at vera hæsaður av, samstundis tamarhald sýnist at vera á inflasjónini.
- Hetta stimbrar undir hugin hjá vinnuni og privatpersónum at gera íløgur, heldur Jón Sigurdsson.
Gestur í Vinnukikaranum
Ein longri samrøða við Jón Sigurdsson, formann í Føroya Arbeiðsgevarafelag, verður hesa vikuna at hoyra í Vinnukikaranum, sum er poddvarpið hjá Vinnuhúsinum, ið setur kikaran á og kring vinnuna í Føroyum.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo