Fróðskaparsterið: Tá umsóknarfreistin 1. desember var av, vóru 32 umsóknir komnar inn til sjúkrarøktarfrøði, samanborið við 55 umsóknir somu tíð í fjør.
25 lestrarpláss eru tøk hesa lestrarhálvuna á sjúkrarøktarfrøði, har lestrarbyrjan er 29. januar.
Fróðskaparsetrið tekur lesandi upp til lestur í sjúkrarøktarfrøði tvær ferðir árliga, á sumri og vetri. Hetta er triðju ferð, at vetrarupptøka er.
Lestrarskrivstovan viðger nú, hvussu mangar av teimum innkomnu 32 umsóknunum eru skikkaðar, og tey fáa so tilboð um lestrarpláss.
Í fyrru helvt av januar verður greitt, hvussu mong taka av lestrarplássi, og eru tøk pláss tá av teimum 25, sum eru, verða tey lestrarplássini lýst leys at søkja.
Umsóknarumfarið hesaferð hevur verið órógvað av verkfallinum, sum var á fakøkinum, beint sum Setrið skuldi lýsa við vetrarupptøkuni, men um og hvussu nógv tað hevur ávirkað umsøkjaratalið, er ilt at meta um.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo