Hagstovan: Tá ið hugt verður eftir fólkanáttum skiftar á bústaðarland, sæst at væl færri føroyingar hava gist á gistingarhúsunum triðja ársfjórðing í ár, samanborið við sama tíðarskeið í fjør. Talið er minkað úr 12.659 niður í 11.406 fólkanætur, ið er ein lækking á smá 10 prosent.
Danir hava lagt 625 fleiri fólkanætur eftir sær triðja ársfjórðing í ár, ið eru góð 2 prosent meira enn í sama ársfjórðingi í fjør.
Fólkanæturnar, har ið fólk eru komin úr øðrum londum enn Danmark, eru vaksnar við 11.916 náttum hetta sama tíðarskeiðið. Fyri hendan bólkin eru fólkanæturnar sostatt gott 27 prosent hægri triðja ársfjórðing í 2024 enn í 2023.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo