Faer Isles Distillery í Vestmanna, sum fæst við at framleiða Gin, Akvavit og skjótt eisini Whisky, hevur í seinastuni arbeitt við at gera hølir har tey vitjandi kunnu hittast, og nú er arbeiðið komið undir land. Og longu hetta vikuskiftið er okkurt tiltak á skránni, hesum boðar Faer Isles Distillery frá í tíðindabrævi.
Sagt verður, at fleiri varðar eru náddir. Eitt nú gongur arbeiðið at byggja goymslu í Kvívíkshaganum, beint við norðaru omankoyringina til Kvívíkar, er komið væl áleiðis. Eisini er arbeiðið at seta útgerðina til at framleiða whisky komið langt. Væntandi kann framleiðslan byrja í februar.
Tað er arbeiðskrevjandi og kapitaltungt at byggja nakað upp frá grundini. Og í tíðindabrævinum boða teir hjá Faer Isles Distillery eisini frá, at eftir nýggjár er ætlanin at hækka partapeningin.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo