Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

ARGJA KIRKJA 50 ÁR: Kirkjan (missiónshúsið) á Høvdakúlu fyllir fimmti í ár.

Í 1700-árunum var eitt “kirkjukamar” partur av spitalskusjúkrahúsinum oman fyri støðna á Argjum, beint heiman fyri Mataránna.

NÝGGJA KIRKJU: Nú er so ætlanin at smíða eina nýggja og stásiligari kirkju á Argjum. Fólk mótmæla staðsetingini við Sandá. Sjálvur skilji eg bert partvíst hesi mótmælini. Havi plantað trø saman við skúlabørnum har í nærumhvørvinum og haldi meg vera ikki sørt grønan. Hasa fløtuna við avlopsmold og onkrum hissini útlendskum pílarunni haldi eg tó ikki vera so serstaka at varðveita. Ætlaða kirkjan verður ikki nærri ánni enn so, at gongugøtan fram við ánni verður varðveitt og eisini klettaøkið og plantaða økið eystan fyri kirkjuna.

Grannahúsini norðan fyri kirkjuna standa í sjálvari Sandá (Spinnaríið / Eikin). Tann bygningurin skemmir ikki økið. Í Norðragøtu stendur býráðshúsið tvørtur um ánna niðri við sjóvarmálan og skemmir neyvan økið.

Eg skilji tó grannarnar, sum fara at missa part av sínum útsýni, um kirkjan kemur á hatta staðið.

ONNUR STØÐ: Onkur skjýtur upp, at kirkjan heldur skuldi staðið í bønum hjá Hannu og Norðskálapalla (Mortansbrekku). Har vænti eg, at ein barnafylking fer at stríðast fyri at varðveita tiltiknu skreiðibrekkuna.

Ein annar møguleiki hevði kanska verið at flutt ætlaðu kirkjuna við Sandá nakrar metrar suðureftir, suður um / niðan um Støðlagøtu. Har hevði hon møguliga kunnað staðið niðan fyri skúlabarnaviðarlundina og ætlaðu tjørnina?

GRÓTKIRKJA Á ARGJUM: Ein avgjørd treyt má setast komandi Argja kirkju, eitt “mást”: Hon má partvíst vera grótkirkja! Kirkjan í heimbygdini hjá tiltiknu grótlaðarunum á Argjum MÁ onkursvegna vera úr gróti. Tað hevði næstan verið halgibrot ikki at havt grót við í hesi verkætlan. Her verður hugsað um ættarmenninar hjá Andrasi úr Hvalba og Elspu av Kjalnesi. Teir hava m.a. laðað snotiliga gróthúsið á Vaglinum. Katólska Mariukirkjan í Havn er ein góð fyrimynd fyri komandi Argja kirkju. Hugsið um høgu eystursíðuna á Argja kirkju, tit, ið varða av!

HORVIN GRØN ØKI Á ARGJUM: Tíðin krevur helst sítt, men okkurt hevði verið betri ógjørt. Spell, at vakra, hugnaliga lendið úti á Gørðum á Argjaboða (millum Argjaboðaá og Rygsá), í Buginum, varð broytt til ídnaðarøki á sinni.

Sera syrgiligt var at síggja fornu kornteigarnar uttan fyri støðna verða uppgrópaðar av gravimaskinum og síðani enda sum eitt ófantaligt ruskpláss í mong ár! Púra óneyðugt! Her verður hugsað um kornteigar, sum hoyrdu til spitalskusjúkrahúsið. Økið er niðan fyri Argjaboðagøtu, millum Støðna og Høgaklett.

Vegur varð lagdur beint oman á fornu bøgarðarnar, sum hoyrdu til spitalskusjúkrahúsið. Spell!

Í nýggjari tíð kvetti kommunan Argjagarðsá av, tá rundkoyringin varð gjørd uppi á hamrinum. Áin mátti so sjálv royna at finna leiðina oman móti Argjagarði. Tað málið er ikki komið heilt upp á pláss enn. Spell!

Við skúlan á Argjahamri grýttu gravimaskinur eyr oman yvir trø, sum næmingar høvdu plantað. Sjálvt um fleiri ár eru liðin, er einki gjørt við tað syndarliga málið!?! Annars verður bygt ov nær Tváttá / Tvættá á skúlaleiðini.

Stutt heiman fyri Tváttá / Tvættá er Rossá. Har fór sera vakra áin undir heilt niðan fyri Glyvursveg. Spell, spell!

MÓTMÆLTU VIT?: Helst ikki nóg nógv. Okkurt gjørdi eg vart við, men næstan einki úrslit.

NÁTTÚRUFYLKING: Gott at hava slíkar fylkingar. Eg ynski tykkum blíðan byr, men skilji ikki heilt eldhugan júst á hasum økinum.

GÓÐA ARGJA KIRKJA!: Hjartaliga til lukku við teimum 50 seinni í ár og blíðan byr við nýggju kirkju!

E.S.: Tøkk, Tórshavnar kommuna, fyri viðarlundina niðan fyri Glyvursveg, har áirnar, Argjagarðsá, Tváttá /Tvættá og Rossá framvegis finna sær leið oman í Argja bygd.

Við kirkju- og umhvørviskvøðu
Eyðun á Borg
argjamaður

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo