Ein meiningakanning í djúpastu 90-ára kreppuni gav Sambandi við Edmundi á odda yvir 40% og 13 tingmenn.
Men til valið í 1994 fekk Sambandið uml 28% og 8 tingmenn.
Nú spáa spurnarkanningar Javnaði við Aksel 30% og 9 tingmenn.
Javnaðurin er serliga sterkur í Havn, og tað hevur sínar eyðsýndu orsøkir:
1. Landskassans (og Statsins) nýtsla fossar niður í høvuðstaðnum, her 1000-tals fólk fáa skatt, MVG og avgjøld í almennari løn hvønn 1. í mánaðinum.
2. Her býr ein fjøld av ungdómum, lærlingar og næmingar við lágari inntøku og tí lítlum skatti og smáum útreiðslum til hús (og familju). Fleiri teirra vita nógv, men eru ov ung og óroynd til at fata, hvussu nýggj virði verða skapt.
3. Eisini eru helst fleiri fólk í Havn, ið liva av almennum veitingum, og sum Javnaðurin vil hjúkla um við skattapengum frá øðrum.
Sosialisma er jú øvund sett í politiskt system.
Tey, ið ‘gjalda’ og tey, ið ‘njóta’
Eingin nýggj króna verður skapt við javning og sosialismu, men bert við nýggjum tilfeingi, uppfinsemi og fyritaksemi og 1000-tals hondum í vinnu á sjógvi og landi.
Jú lættari arbeiðsinntøka verður skattað, jú meiri arbeiði og inntøkur verða skaptar.
Øvugt, jú harðari arbeiði og inntøkur verða skattað, jú minni virði verða skapt. Arbeiðshugur og arbeiðsemi minka, jú minni fólk behalda eftir skatt.
Akselsa mjúku tónar um at skatta harðari ‘tey ríku’ og vinnulívið eftir teirra ‘evnum’ at gjalda meiri, tøla mangan góðvarnan ungling og serliga leting.
Tað elur sosialistiskar veljarar.
Aksel brúkar orð sum Fólkafloksins ‘kapitalistar’ og ‘oligarkar’, sum um hesi einki høvdu við 2-falding av landsins útflutningsvirði og BTÚ at gera. Tey, teirra virki og skip eru við til at framleiða mia kr til kommunu- og landskassa.
Farnu 12 árini við Fólkaflokkinum í landsstýri og við fíggjarmálum tað mesta av tíðini er reallønin hækkað heilan 1/3 við lægri skatti enn áðrenn 2012 og tí av øktum vinnuligum virksemi.
Vit kundu eisini ivast, um Javnaðarfloksins almennu fakfelagsbossar, byrokratar, partípamparar, akademikarar, (óendaliga) longur lesandi og sosialistisku miðlaagitatorar skapa størri samfelagsvirði enn tey, ið arbeiða í tí virðisskapandi vinnuni líka til trolspælið á Suðuroyabanka og inni á Bakkafrost.
Neyvan. Men okkum tørvar allar hendur og høvd til ein optimalan búskap, takk.
Nú vil Aksel javna meirskatt um landskassan frá teimum, ið arbeiða hart, til teirra, ið arbeiða minni hart og hava ‘tørv’ á hægri inntøku (og hvør heldur seg ikki tørva?).
Hetta er rein sosialistisk útjavning, ið Aksel grovt útnyttar til sítt pamparavirksemi.
Katastrofalur komunalur húsapolitikkur
4. Ein onnur orsøk til vaksandi tal av vinstrahallum veljarum í høvuðstaðnum er skaðiligur bústaðarpolitikkur í Havnar Býráð farnu 3 valskeið.
Fólkatalið í Havn 2012-2022 er økt eini 4.000 fólk. Tað stendst av 2-faldaðum útflutningsvirði (úr 5 upp í 11 mia kr) og BTÚ (úr 15 upp í 25 mia kr) (tað mesta fiskað, alið og framleitt úti á bygd).
Tað er ein býráðspolitisk gøla, at talið á nýggjum bústøðum í Havn veksur minni nú, enn tá 5.000 fólk færri búðu í høvuðstaðnum.
Fyrr áttu 85% av havnarfólki (o.a. føroyinar) egnan bústað. Hini (flest ung) strembaðu eftir at gerast sjálveigarar, og tey flestu rukku málinum.
Ov nógvar almennar glæstriborgir, minnisvarðar yvir forfeingiligar býráðslimir fyri 100-tals mió kr árliga, alt ov lítið útboð av byggilendi, ov stór grundøki, ov fáir handverkarar til annað enn almenn slott og so byrokratiskt álagdar dýrkandi byggitreytir, hava 2-faldað húsaprísirnar síðan 2010.
Sostatt tvingar býráðið fólk í kjallarar, kvistar, skot, krókar, 1-kamars íbúðir og bingjur, sum kosta uml 8.000 kr um mánaðin í leigu og beinir fyri allari uppsparing millum ung til egnan bústað.
Egið tak yvir høvdið skapar frísinnað og sjálvstøðugt hugsandi borgarar.
Fólk, ið av politiskum ávum ikki sleppa at eiga egnan bústað, kunnu eins væl geva seg yvir í køvandi føvningin á sosialistiskum populistum sum Akseli, Heðini og Høgna.
Men aftur til komandi samgongu
Lat okkum siga, at Javnaðurin við Akseli á odda næsta val ‘bert’ fær 25% undirtøku og 8 tingmenn. So fær Sambandið 6 og Tjóðveldi neyvan fleiri enn 6. Tað gevur Akseli bert 14 tingmenn til sína marxistisku dreymasamgongu.
Framsókn hevur verið dintil í samgongu og andstøðu og trælskt atkvøtt við Tjóðveldi, fyri brennivíni út í handlarnar og LGTPQI++++.
Flokkurin misti seinasta val 700 atkvøður (1/3 av tí, hann átti).
Bjarn K. Petersen er svágur Aksel og lystrar helst eisini marxistiskar marsjordrar heimanífrá.
Tí fær Framsókn helst bert 2 tingmenn. Tá vantar Aksali 1 tingmann til at stýra marxistiskt eftir valið. So heldur verandi borgarliga samgonga kanska fram.
Men er tað møguligt ella tað besta? Hví ikki eina ABC- ella aðra samgongu uttan Aksel?
Ringar royndir av sosialistiskum samgongum
Sosialistiska samgongan 2015-2019 við Akseli sum løgmanni og Høgna sum ‘fívli’ ætlaði at deyðskatta og enntá at stjala alla fiskivinnuna ímóti tilráðing frá 39 av 40 hoyringspartnarum (íroknað fakfeløgum).
Meiriluti av føroyingum sparkaði hana út í protestvalinum 2019.
Men kollektiva minnið hjá 80% av føroyingum (sum flestu øðrum) er max 6 mánaðir.
Seinast, ið Javnaðurin við Atla Dam á odda hevði sum fremsta mál at halda Óla Breckmann(!!!) frá allari ávirkan, var í 1984. Atli fekk ein heksadans við 4 øðrum flokkum, sumt kristið (KrFFF og Adolfi Hansen) og annað heiðið (Tjóðveldi).
Tann royndin at stýra Føroyum uttan Fólkaflokkin varð ein vanlukka. Føroyska uttanlandsskuldin øktist úr 3 mia kr í 1984 upp í 9 mia kr í 1989 (6 mia kr netto) og við risa vøkstri í almennum útreiðslum við næstan sama útflutningsvirði sum áðrenn. Tjóðveldi á landskassanum. Náði okkum.
Tá vóru húsagangur og djúpasta kreppa síðan 1930-árini vís. I 1992 fingu vit búskaparligt armageddon (Javnaðurin við 10 tingmonnum á odda) og danska yvirvøld við eini juntu av bankastjórum á odda. Tjóðveldi fylgdi henni blint.
Sosialistiska samgongan 1993-94 álegði okkum 72% (!) marginalskatt og gav 20% arbeiðsloysi, hóast 5.000 fólk vóru flýdd av landinum undan marxistiskum skattatrýsti.
Aksel, tak teg saman og hugsa sjálvur
Kanska gevur tað Akseli nakrar atkvøður at demonisera Fólkaflokkin fyrst við at brúka Jørgen sum undanførslu, men eisini nú, Christian er floksleiðari.
Tað fellur Akseli lætt at ekskludera síni egnu, Gerhard, Sonju og Kristin, tí tey ikki strekkmarsjeraðu við ‘føraranum’.
‘Sum tað er inni alið, er tað úti galið,’ søgdu tey gomlu. Vit vita frá álítandi keldum (KvF), at Aksel ‘strýkur sínar egnu skjúrtur.’
(Veitst tú hvat, Aksel? Keyp tær strúkifríar, hong tær upp drippvátar, og far úr tuflunum).
At útiloka samstarv við 25% av landsins veljarum, ið atkvøddu Fólkaflokk seinast, rak í 2019 Aksel og Javnaðin út í verandi oyðimørk.
Um Javnaður, Tjóðveldi og Framsókn ikki røkka meiriluta og samgongu í 2023, so gongur Javnaðurin aftur í myrkri, takkað Akseli. Gott fyri Føroyar.
Tí kundu eini ráð til javnandi pokkurskalin verið: Aksel, arbeið skilvíst sum politikari við øllum møguleikum opnum til samgongur.
At spæla gittara við bert 5 streingjum, tá 6 streingir eru at leika á, er rein amatørisma, politiskt klimpr og blindabukk.
Tú ert ikki sjálvsagdur moralsins vaktarmaður á tingi ella landsstýri, men bara ein ‘gemenur’ sosialistur - fyri skattapengarnar hjá øðrum.
Tað er tiltikið lætt at rista breiðar álir av annans (hart skattaðu) húðum.
Óli Breckmann
Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo