Formaðurin í Dansk Folkeparti, Morten Messerschmidt fær ákoyringar frá fleiri serfrøðingum, eftir at hann hevur lagt út ein falskan tíðindafund, gjørdur við vitlíki, har danski forsætisráðharrin, Mette Frederiksen, millum annað sigur, at nú fer stjórnin at avskaffa bæði páskini og jólini, ja snøgt sagt allar heiligdagarnar. Orsøkin er, at royndirnar av at avskaffa Dýra biðidag hava verið so góðar, og fólk skulu arbeiða meira.
Fleiri miðlafrøðingar ávara tó ímóti at brúka sonevd deepfake, serliga tá tað eru politikarar sum gera sær dælt av møguleikanum, tí tað kann skala álitið á politisku skipanina. Men talan er um trupla balansugongd, tí tað blívur alt truplari at vita hvar markið gongur ímillum satiru og politiskt samskifti.
Mine mareridt med den her regering bliver altså stadig mere uhyggelige. Nu også med Mette F og hendes pressemøder ???? #bededag #helligdage #dkpol pic.twitter.com/NDiUpHehAK
— Morten Messerschmidt (@MrMesserschmidt) April 26, 2024
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo