BirkBloggur: Í dag fyllir Facebook tjúgu ár og hevur fleiri enn tríggjar milliardir brúkarar. Tað hevur eingin líknandi fyritøka ella tænasta. Ikki nær námindi. Í Føroyum eru so nógv á Facebook, at tað er ikki óvanligt at hoyra marknaðarfólk siga, at Føroyar er eitt Facebookland. Tað er har, fólk kunngera hvat tey halda, gera og ætla. Facebook er boðmiðilin og uppslagstalvan burturav.
Og so er tað hatta við ættargransking, at finna út av, hvør er hvør. Har er einki sum Facebook.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo