Streymurin verður hampuligur og veðrið sær út til at blíva gott í vikuni, so helst verður nakað av útróðri, men fiskaríið er smáligt. Bátarnir fáa mest av hvítingi.
Tað sigur Fiskamarknaður Føroya í seinastu metingini.
Ímeðan ein djúpvatnstrolari liggur við bryggju, so er ein annar á svartkalvaveiðu og kemur at landa fyrst í vikuni. Hann er bretskum sjógvi.
Eitt línuskip er á Íslandsrygginum, men er nýliga byrjaður túr, so tað kemur ikki at landa fyrr enn síðst í vikuni ella fyrst í aðru viku. Restin liggur við bryggju, men møguliga fer okkurt avstað í næstum. Fýra frystilínuskip eru á Føroya grunninum. Trý eru á Flemish Kap.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo