Góðar gerðir eru mangan hollari enn góð og vøkur orð
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Tað var helst lagnunnar speisemi, at tað í stóran mun vóru kvinnurnar í Tvøroyrar kommunu, sum tryggjaðu borgarstjórasessin fyri fýra árum síðan. Um kvinnurnar aftur bíta á húkin hjá Felagslistanum hesaferð, sum nú hevur egnt við ikki færri enn fimm kvinnum á listanum, so verða tað sannlíkt aftur tær, sum fara at bjarga verandi borgarstjórasessi fýra ár aftrat.

Okkurt bendir á, at agnið er gott. Felagslistin hevur í hvussu er megnað at “mannað” sín lista við fleiri kvinnum enn monnum í ár, meðan vit, ið tóku stig til Lista F, bara megnaðu at fáa eina kvinnu á listan.

Men tann eina kvinnan á Lista F er ikki hvør sum helst. Silja Rólantsdóttir Sørensen, sum er 27 ár, nýbakað mamma og júst flutt heim aftur til Tvøroyrar eftir loknan lesnað, er ímyndin av júst tí bólki av fólki, sum Tvøroyri og Suðuroyggin sum heild skríggjar eftir. Hon er tí ein heilt avgerðandi rødd í tí sera umráðandi kjakinum um, hvussu vit kunnu venda gongdini við fólkaminking á staðnum.

Tað krevur serligt dirvi at stilla upp í politikki og ikki minst á einum lista, ið bjóðar verandi valdsharrum av. Tað kann vera ein av frágreiðingunum fyri, at Listi F ikki fekk fleiri kvinnur, ella fleiri fólk sum heild, hóast nógv vórðu spurd. Men vit vita sjálvsagt, at tað ikki minst eru kvinnurnar, ið ynskja broyting í rikna politikkinum í Tvøroyrar kommunu, og at tað tískil eisini eru nógvar kvinnur, ið ynskja fleiri valmøguleikar á kommunuvalinum.

Listi F er ein góður valmøguleiki. Hann er nemliga eitt alternativ til tey, sum seinastu árini hava rátt fyri borgum í Tvøroyrar kommunu, eftir at Javnaðarflokkurin í býráðnum skipaði samgongu saman við Felagslistanum, so at teir báðir í friði og náðum kundu býta valdið uttan nakrar kritiskar spurningar frá eini andstøðu.

Við allari virðing fyri kvinnunum á Felagslistanum, so skal ongin ivi vera um, at við einum framhaldandi meiriluta til verandi borgarstjóra, er broyting – broytingin, sum er so neyðug – ein hvørvisjón. Á stevnuskrá sína hevur Felagslistin t.d. sett eldraøkið og skúlan. Hesi stóðu eisini á teirra stevnuskrá fyri 4 árum síðan. Og fyri 8 árum síðan. Víðari skrivar Felagslistin beinleiðis, at tey vilja halda fram við tí mesta, sum tey longu gera. Hvar eru visjónirnar?

Valið og avgerðin um, hvørt Tvøroyri og Suðuroy skulu hava niðurlaging ella framburð liggur í hondunum á tykkum veljarum, sum ivast ímillum at stuðla tí sama, sum hevur verið í yvir 20 ár ella at stuðla onkrum nýggjum.

Framhald av tí sama fer Suðuroyggin ikki at yvirliva, tí vit eru væl á veg út á eggina, hvat vælferð og fólkaræði viðvíkur, og einasta frákoyringin, áðrenn koyrt verður út av eggini, er tilstundandi kommunuvalið. Tá ber til at broyta kós og rætta tað uppaftur, sum er farið av lagi.

Kvinnurnar kunnu verða garantur fyri tiltrongdari broyting í staðin fyri at vera garantur fyri status quo. Tí  tað er tíverri ikki nakað nýtt, at kvinnurnar hava tryggjað verandi borgarstjóra valdið. Verandi varaborgarstjóri, sum er kvinna, fór uppá val í 2016 við einum lyfti til borgararnar í Tvøroyrar kommunu um, at hon skuldi taka borgarstjórasessin. Men longu valkvøldið rann hon frá sínum vallyfti og fyri opnum skíggja í bestu senditíð kastaði hon saman við Kristin Michelsen, soleiðis at hann bleiv borgarstjóri aftur.

Kvinnurnar á Tvøroyri høvdu lykilin til valdið í Tvøroyrar kommunu eina løtu tað valkvøldið. Anita kundi blivið borgarstjóri. Men hon valdi heldur at leggja kongin.

Latið ikki slíkt máttloysi taka yvir aftur. Latið okkum broyta kós og vísa dirvi – eins og Silja!

Kvinnur í Tvøroyrar kommunu og øll, sum vilja broyting í kommununi: atkvøðið fyri Lista F!

Arnfinn Bech
valevni á Lista F

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo