Ein 19 ára gamal eysturríkari er handtikin í einum stórum átaki hjá løgregluni í býnum Ternitz.
Maðurin skal hava lagt ætlanir um álop á konsert hjá Taylor Swift í Wien, sambært fleiri eysturríkskum miðlum.
Ætlaða álopið verður lýst sum møguligur yvirgangur, sambært miðlunum.
Harumframt skal løgreglan hava handtikið ein annan persón í Wien í sambandi við málið. Viðkomandi, sum er handtikin í Ternitz, er ákærdur av løgregluni fyri at hava svorið trúskap móti yvirgangsfelagsskapinum IS, skrivar NRK.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo