Eysturkommuna: Í fleiri ár hevur nógv frítíðarvirksemi verið á skrá. Nú ynskir Eysturkommuna at gera tað enn lættari fyri borgaran, at síggja ríka úrvalið av tiltøkum í kommununi.
Tað hevur leingi verið alneyðugt við eini nýggjari heimasíðu til kvøldskúlan. Fyrisitingin sá skjótt ein fyrimun í, at fáa hesa heimasíðu at snúgva seg um meir, enn bert kvøldskúlan.
Hetta er ein fyrimunur fyri borgaran, ið bert skal hyggja á eina síðu, fyri at fáa kunning um so gott sum alt, ið fer fram í kommununi – alt frá kvøldskúlanum, leypandi tiltøkum gjøgnum árið, umframt frítíðarvirksemi til børn, ung og vaksin.
Alskyns virksemi verður nú víst fram í nýggjum hami.
Skuldi áhugi verið fyri at lært okkurt nýtt, ella kanska einum nýggjum frítíðarítrivi ella einum ynski um at taka lut í lokalsamfelagnum, ja, so er hetta nú einans fá klikk frá veruleika.
Ynskir tú at læra meir um føroyskt fuglalív? Ella kundi tú hugsað tær at lært at garvað skinn? Ella ynskir tú at læra at gera jólakonfekt? Kanska ynskir barnið hjá tær at læra at spæla uppá gittara? Ella klaver?
Ja, sanniliga er úrvalið av skeiðum, frítíðarvirksemi og undirvísing í Eysturkommunu ríkt.
Vitja nýggju heimasíðuna her.
Eysturkommuna ynskir at fremja eitt livandi og aktivt samanhald. Nýggja tiltaksheimasíðan er ein liður í at binda fólkið her býr, tættari saman.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo