Í morgin verður samdrigið og kanska regn tíðliga á degnum men seinnapartin turt fyri tað mesta. Hann frískar vindin nakað av landsynningi, hitin um seks stig.
Týsdagin byrjar dagurin aftur við onkrum æli fyrst á degnum. Ættin er framvegis landsynningur men bert ein ond og sami hiti, um 6-7 stig.
Mikumorgunin fer hann niður í sunnan og støkkur síðani yvir í vestan, strúkur í vindi ella skrið og regn ella ælaveður allan dagin, tó eisini sólglottar, hitin 6-7 stig.
Hósdagin fer hann upp í norðan og síðani yvir aftur í eystan ella landnyrðing, hann minkar vindin sum frálíður niður í gul og tað verður turt men nakað kaldari, niður í eini fýra stig.
Fríggjadagin strúkur í vindi av eystri ella landnyrðingi, samdrigið og ælaveður fyrrapartin, kanska sum heglingur ella vátaslettingur, hitin 4-5 stig.
Næsta vikuskifti verður fyrst nógvur vindur og nógv regn eystaneftir, men sum frálíður minkar vindurin og tað verður lýggjari, upp í eini 8-9 stig.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo