Í dag, hósdagin 11. juni, eru tvey Eystanstevnutiltøk á skrá:
Eystanstevnugrannauppgerðin millum umsitingarnar hjá Nes- og Runavíkar kommunum á vøllinum við Løkin og ein golfkapping við 5 3-mannaliðum í haganum omanfyri Hústoft.
Kl. 16.30 Kommunudystur við Løkin
Lagt er upp til ein spennandi dyst við Løkin, tí í fjørð vann liðið hjá Nes kommunu í tøttum dysti, har Runavíkar kommuna annars eigur flestu sigrarnar.
Borgarstjórin Torbjørn Jacobsen er liðformaður á liðinum hjá Runavíkar kommunu, og fer at spæla í egnari NSÍ troyggju við navni á rygginum, sum hann fyri nøkrum árum síðani fekk í gávu frá fótbóltfelaganum NSÍ.
Viðhaldsfólk eru vælkomin.
Kl. 18.00 Golfkapping
Fyrst golfkappingin í Runavíkar kommunu verður spæld omanfyri Hústoft. Golf felagið bleiv stovnað til jólar í 2018, og hevur síðani arbeitt við at fáa atgongd til lendi og at gera nøkur hol, so golf kann spælast í haganum. Í kappingini kappast 5 lið við 3 monnum á hvørjum liði. Tiltakið verður omanfyri Hústoft.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo