Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tónleikur

Eystanljóð: Flaggdagin fer kórið Eystanljóð á kórferð til Skotlands. Eystanljóð er staðsett í Eysturkommunu, men sangararnir, umleið 30 í tali, koma eisini aðrastaðni frá.

Kórið er eitt sera virkið kór, ið luttekur nógv í tí heimliga. Men umleið annað ella triðjahvørt ár skipar kórið fyri einum kórtúri, og hesaferð gongur leiðin til Skotlands, har eftirhondini í Føroyum vælkendi Michael Bawtree fer at hava verkstovu við Eystanljóð. Bawtree hevur heilar seks ferðir verið í Føroyum og arbeitt við kóri, og m.a. hevur hann verið kórleiðari á tveimum teimum seinastu kórstevnunum og tað er har áhugin hjá kórinum er kveiktur at arbeiða meira saman við Bawtree.

Eystanljóð fer umframt at luttaka á kórverkstovuni hjá Bawtree eisini at hava konsert í kirkjuni St. Margaret’s Scottish Episcopal Church leygardagin kl. 17.30. Á skránni verður serliga tilfar, ið er vænt á verkstovuni. Tilfarið fevnir bæði um føroysk og ensk kórverk. Sunnudagin kl.10.30 syngur kórið til Gudstænastu í somu kirkjuni saman við kórsangarum hjá Michael Bawtree. Kl. 19 sunnukvøldið er kórið við verkætlan har kantata 104 og kantata 146 hjá Bach verða framførdar við orkestri. Hendan konsertin verður í Glasgow Cathedral.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo